{"product_id":"fiolin-24587-23951","title":"Fiólín # 24587","description":"Fiólín. Yrkingar av Esmar Jacobsen Gata.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eEsmar Jacobsen Gata. Hann varð borin í heim í Norðragøtu í 1925. Eftir barnaskúlagongd í Gøtu skúla arbeiddi hann fyrifallandi arbeiði eitt skifti og fór so 16 ára gamal til Havnar í\u003cbr\u003eprentaralæru á Dimmalætting. Her leyk hann prentaraprógv í 1946; hann arbeiddi so tvey ár á prentsmiðju Dimmalættingar og tvey ár á Bókaprent, til hann í 1950 fór niður til Danmarkar, har hann tók meistaraprógv innan prentlistina.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eHann kom heim aftur til Føroya í 1951, arbeiddi eitt stutt skifti á prentsmiðju H. N. Jacobsens bókahandils og gjørdist so prentari á Blaðstarv.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eAftaná at hava arbeitt innan prentaraandverkið í umleið 16 ár, legði Esmar í 1958 aðrar leiðir, hann fór á bíbliuskúla fyrst í Danmark, seinni í Noregi. Heim-afturkomin í 1960 arbeiddi hann lutvíst sum prentari, lutvíst sum trúboðari í Kirkjuliga Missiónsfelagnum, til hann í 1965 gjørdist trúboðari burturav.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eFyrsta yrking hansara var ein jólayrking, ið stóð í Dimmalætting stutt fyri jól í 1944, og seinast í fýratiárunum og fyrst í fimtiárunum vóru yrkingar hansara rættiiga tættar í føroysku bløðunum, oftast í »14. September«. Í 1956 kom út einasta savn hansara »Fiólin«. Sermerkt fyri savnið er tokkin og góða handalagið, yrkjarin hevur til móðumálið:\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eMær móðir gav væna fiól,\u003cbr\u003e\u003cbr\u003ebað meg læra meg listin at leika;\u003cbr\u003e\u003cbr\u003esjálv hon lærdi meg fyrst\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eleika einfald løg varin,\u003cbr\u003e\u003cbr\u003egav mær handalag gott,\u003cbr\u003e\u003cbr\u003ealdi alsk til fiól\u003cbr\u003e\u003cbr\u003emær í brósti.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eAnnað sermerki er, at yrkjarin er bíbliukønur og hugtikin av andaligum viðurskiftum, og triðja, at hann hugsar um teir, ið balast á sjónum. Í »Fiólini« finna vit hugtakandi, sterkar yrkingar, og savnið kendist við sínum rímloysi, men kortini stigjavna yrkingalagi sum eitt frískligt fleyr í føroyskum skaldskapi:\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eAt kunnað lagt frá sær,\u003cbr\u003e\u003cbr\u003elatið tagna alt breyðtos,\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eog sitið hattleysur\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eá onkrum vegamóti\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eleikandi fiól.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eFrá tí Esmar í 1960 gav seg til trúboðaravirki, hevur bókmentastarv hansara fevnt um andalig viðurskifti burturav. Hann skrivaði »Guds orðið« í 14. September í tíðarskeiðinum 1960-70, nakað av hesum tilfari kom út í stuttlestrasavninum »Sáðkorn«, 1963, hann hevur saman við øðrum stjórnað »Kirkjuligum missiónsblaði« síðan 1965, og hann hevur úr norðurlandamálunum týtt fleiri bøkur og bóklingar við andaligum innihaldi, t.d. »Lógin og gleðiboðskapurin I-IV« 1964-69.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eÚr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83","brand":"Bókin.is","offers":[{"title":"Default Title","offer_id":51125827862856,"sku":"OSC-23951","price":3900.0,"currency_code":"ISK","in_stock":true}],"thumbnail_url":"\/\/cdn.shopify.com\/s\/files\/1\/0916\/4029\/9848\/files\/24587.jpg?v=1754817005","url":"https:\/\/www.bokin.is\/products\/fiolin-24587-23951","provider":"bokin.is","version":"1.0","type":"link"}