{"product_id":"myndlist-i-froyum-58791-52498","title":"Myndlist í Føroyum # 58791","description":"Myndlist í Føroyum. Eftir Bárður Jákupsson.\u003cbr\u003eBárður Jákupsson er føddur 23. desember 1943 í Tórshavn og er føroyskur listamálari og rithøvundur.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eBárður varð føddur í Havn í 1943, hann er sonur kenda føroyska rithøvundan Heðin Brú (Hans Jacob Jacobsen) og Katrinu Malenu Dalsgaard. Í 1967 giftist hann við Kristin Hervør Lützen frá Gjógv. Tey búgva í Hoyvík og eiga tríggjar synir: Róaldur (1974), Sveinur (1976) og Heðin (1980).\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eHann lærdi til lærara og eftir tað gekk hann á listaskúlanum Kunstakademiet í Keypmannahavn 1970-1972. Síðan gjørdist hann lærari á Føroya Fólkaháskúla, og frá 1975-89 var hann leiðari á Listaskálanum í Havn, frá 1989 til 2003 var hann stjóri á Listasavni Føroya.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eSum rithøvundur skrivar hann serliga um føroyska list. Hann hevur verið fyrilestraferðir í Danmark, Svøríki, Álandi, Finlandi og Grønlandi. Hann var ritstjóri á tíðarritinum “Mondul” (Føroya Fornminnissavn útg.) 1975-1991, hevur skrivað mangar greinar um siðsøgulig evni í Mondli; Fyrireikað og lagt til rættis 15 siðsøguligar framsýningar um føroysk evni, m.a. í Smithsonian Institute, Washington DC og Seattle 1976, “Færøerne i Fokus”, Forum Kph. 1986 og “Färöarna på Skansen”, Stokkhólmi 1988. Hann var eðarbeiðari við “Hunters of the North” (Veiðimentan í Útnorðri), Norðurlandahúsið o.fl. 2002. Í 2005 var hann kurator við “TransForm” (íslendsk-grønlendsk-føroysk sniðgeving) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn í 2005. Hann var meðarbeiðari við Weilbachs Kunstnerleksikon 1994-2000. Í 2001-02 stóð hann fyri sjónvarpsrøð í 11 pørtum um føroyska myndlist.","brand":"Bókin.is","offers":[{"title":"Default Title","offer_id":51123117949256,"sku":"OSC-52498","price":3900.0,"currency_code":"ISK","in_stock":true}],"thumbnail_url":"\/\/cdn.shopify.com\/s\/files\/1\/0916\/4029\/9848\/files\/58791.jpg?v=1754757626","url":"https:\/\/www.bokin.is\/products\/myndlist-i-froyum-58791-52498","provider":"bokin.is","version":"1.0","type":"link"}