{"product_id":"og-dansurin-gongur-24456-23833","title":"Og dansurin gongur # 24456","description":"Og dansurin gongur. Diktur af Tummas Napoleon Djurhuus. Myndirnar teknaði Ingálvur av Reyni.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eTummas Napoleon Djurhuus. Hann var føddur í Kollafirði í 1928. Blaðungur fór hann til Havnar, tók realprógv og seinni, í 1946, studentsprógv. Eitt skifti arbeiddi hann fyrifallandi arbeiði, tók filosophikum við lærda háskúlan í Keypmannahavn, men fór so í 1949 á Føroya læraraskúla, haðan hann tók prógv í 1952. Eitt skifti var hann vikarur í Fuglafirði, men í 1953 varð hann settur í starv við millum- og realskúlan, seinni nevndur Tórshavnar Kommunuskúli. Skúlaárið 1962-63 var hann á ársskeiði á Danmarks Lærerhøjskole í Keypmannahavn og var hetta árið við at skipa fyri útgávu av nýggjum blaði, Framin, ið ungmannafelagið Oyggjaframi gav út. Tummas var í blaðstjórnini fyrsta árgangin 1962-63.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eTey seinnu árini gjørdi hann fleiri søguligar ljóðmyndir til Útvarp Føroya, og hann tók ofta lut í skemtisendingum útvarpsins.\u003cbr\u003eTummas Napoleon doyði í 1971.\u003cbr\u003eLongu blaðungur gjørdist Tummas landskendur av táttayrking síni, tættirnir um Kollfjarðarveðrin, um Melis og studentin æviga, son Trolpóls, flugu landið kring og gjørdust landaplágur. Í 1961 gav hann út fyrra savnið »Tættir og vísur« og í 1970 kom seinna savnið :»Háfjalssólin og hostasevjan«. Eitt dømi um yrkinga-kynstur hansara er »Kærleiki lukkuligur!«\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e»Eg prísi tær ljómandi hátt;\u003cbr\u003e\u003cbr\u003etí tað skulu menniskju vita,\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eso mangan á kaldari nátt,\u003cbr\u003e\u003cbr\u003etú veitti mær fløvandi hita.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eSo mangan á kaldari nátt,\u003cbr\u003e\u003cbr\u003etú milda, tú eyma, tú mjúka,\u003cbr\u003e\u003cbr\u003evit bæði, vit høvdu tað gott!\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e- eg mundi tær mjúkliga strúka.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eEg elski teg - ja, absalutt,\u003cbr\u003e\u003cbr\u003etú fitta, tú flógva, tú fína,\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e- sjálvt um tú ert nakað stutt -\u003cbr\u003e\u003cbr\u003etú mín vælsignaða dýna«.\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003e\u003cbr\u003eÚr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.","brand":"Bókin.is","offers":[{"title":"Default Title","offer_id":51125848899912,"sku":"OSC-23833","price":4900.0,"currency_code":"ISK","in_stock":true}],"thumbnail_url":"\/\/cdn.shopify.com\/s\/files\/1\/0916\/4029\/9848\/files\/24456.jpg?v=1754817210","url":"https:\/\/www.bokin.is\/products\/og-dansurin-gongur-24456-23833","provider":"bokin.is","version":"1.0","type":"link"}