Fiólín # 24587

Regular
3.900 kr
Sale
3.900 kr
Regular
Sold Out
Unit Price
per 
Location
Tórshvan
Date
1956
Condition
Binding
Fiólín. Yrkingar av Esmar Jacobsen Gata.


Esmar Jacobsen Gata. Hann varð borin í heim í Norðragøtu í 1925. Eftir barnaskúlagongd í Gøtu skúla arbeiddi hann fyrifallandi arbeiði eitt skifti og fór so 16 ára gamal til Havnar í
prentaralæru á Dimmalætting. Her leyk hann prentaraprógv í 1946; hann arbeiddi so tvey ár á prentsmiðju Dimmalættingar og tvey ár á Bókaprent, til hann í 1950 fór niður til Danmarkar, har hann tók meistaraprógv innan prentlistina.


Hann kom heim aftur til Føroya í 1951, arbeiddi eitt stutt skifti á prentsmiðju H. N. Jacobsens bókahandils og gjørdist so prentari á Blaðstarv.


Aftaná at hava arbeitt innan prentaraandverkið í umleið 16 ár, legði Esmar í 1958 aðrar leiðir, hann fór á bíbliuskúla fyrst í Danmark, seinni í Noregi. Heim-afturkomin í 1960 arbeiddi hann lutvíst sum prentari, lutvíst sum trúboðari í Kirkjuliga Missiónsfelagnum, til hann í 1965 gjørdist trúboðari burturav.


Fyrsta yrking hansara var ein jólayrking, ið stóð í Dimmalætting stutt fyri jól í 1944, og seinast í fýratiárunum og fyrst í fimtiárunum vóru yrkingar hansara rættiiga tættar í føroysku bløðunum, oftast í »14. September«. Í 1956 kom út einasta savn hansara »Fiólin«. Sermerkt fyri savnið er tokkin og góða handalagið, yrkjarin hevur til móðumálið:



Mær móðir gav væna fiól,

bað meg læra meg listin at leika;

sjálv hon lærdi meg fyrst

leika einfald løg varin,

gav mær handalag gott,

aldi alsk til fiól

mær í brósti.



Annað sermerki er, at yrkjarin er bíbliukønur og hugtikin av andaligum viðurskiftum, og triðja, at hann hugsar um teir, ið balast á sjónum. Í »Fiólini« finna vit hugtakandi, sterkar yrkingar, og savnið kendist við sínum rímloysi, men kortini stigjavna yrkingalagi sum eitt frískligt fleyr í føroyskum skaldskapi:



At kunnað lagt frá sær,

latið tagna alt breyðtos,

og sitið hattleysur

á onkrum vegamóti

leikandi fiól.



Frá tí Esmar í 1960 gav seg til trúboðaravirki, hevur bókmentastarv hansara fevnt um andalig viðurskifti burturav. Hann skrivaði »Guds orðið« í 14. September í tíðarskeiðinum 1960-70, nakað av hesum tilfari kom út í stuttlestrasavninum »Sáðkorn«, 1963, hann hevur saman við øðrum stjórnað »Kirkjuligum missiónsblaði« síðan 1965, og hann hevur úr norðurlandamálunum týtt fleiri bøkur og bóklingar við andaligum innihaldi, t.d. »Lógin og gleðiboðskapurin I-IV« 1964-69.



Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83

Secure online shopping

SHOP WITH CONFIDENCE

SUBSCRIBE AND SAVE

Immerse Yourself in the World of Literature with Our Exclusive Quarterly Book Subscription.

RETURNS

Embark on a literary journey with our curated collection of books, backed by our returns policy.

DELIVERY

Experience the joy of reading with our premium selection of books. Plus, enjoy fast delivery on every order.