Fiskimenn # 63408
- Regular
- 1.900 kr
- Sale
- 1.900 kr
- Regular
Sold Out
- Unit Price
- per
Fiskimenn. Skaldsøga eftir Martin Joensen.
Martin Joensen er føddur 19. apríl 1902 í Sandvík, deyður 25. desember 1966, sonur Louisu Joensen úr Sandvík. Var giftur við Linu Bjørgheim úr Tórshavn. Martin tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1926 og var lærari fyrst á Økrum, í Víkarbyrgi og í Sandvík og síðan á Tvøroyri 1944-64, tá ið hann vegna sjúku legði frá sær. Hann var á ársskeiði á DLH 1938-39 og 1960-61. Martin var deknur í Sandvíkar kirkju í 14 ár. Eitt skifti var hann limur í sóknarstýrinum fyri Hvalbiar sókn. Hann skrivaði eina mongd av greinum og stuttsøgum í bløð og tíðarrit og barnasøgur í barnabøkur og bløð. Martin var blaðstjóri á Sosialinum í nøkur ár. Hann hevur skrivað hesar bøkur: Skaldsøgur: "Fiskimenn" 1946, "Tað lýsir á landi" 1952. Stuttsøgusøvn: "Útrák" 1949, "Klokkan ringir" 1962, "Heimadoktarin" 1977, "Gamli maðurin og varðin" 1977. Ein minnisvarði er reistur í Sandvík til minnis um Martin Joensen.