Orðabókin # 77220

Regular
4.900 kr
Sale
4.900 kr
Regular
Sold Out
Unit Price
per 
Location
Sprotin
Date
2009
Condition
Binding
Orðabókin. Sendingar í Útvarpi Føroya 1969-1993. Givin út í sambandi við sjeyti og fimm ára føðingardag hansara 20. juni 2009. Jóhan Hendrik W. Poulsen.
Høvuðsendamálið við Orðabókini í útvarpinum var at koma á tal við fólk úti um alt land­ið um orð og orðafelli, sum savnið til føroyska orðabók á Føroyamálsdeildini var ikki nóg væl statt við. Okkara mál er, til tað at vera, ungt sum skrivað mál, og tá ið farið var undir sendingarnar í 1969, kom til sjóndar, at hópurin av orðum og máliskum ongan­tíð var komin á blað, men livdi lív sítt í huga og á munni fólksins. Vit hava altíð átt tey, sum hava havt yndi av at sita undir og lofta tí, tey hava hoyrt av góðum og nýt­um orðum. Tann fyrsti var Jens Chr. Svabo, sum fyri stívliga tveimum øldum síðan fekk tað hepna hugskot at skriva upp orð til føroyska orðabók, sum hann hevði í hyggju at gera, og tey, sum kanska minnast orðabókarsendingarnar, munnu eisini minn­ast, at tað í mongum sendingum var tikið fram orð frá Svabo at spyrja um, orð, sum eingin eftir hansara dag hevði loftað av manna munni, og ikki so sjáldan svaraði aftur, at hetta var enn væl kent orð í teirri ella teirri bygdini. Men eisini mong, mong onnur hava verið við í hinum mikla savningararbeiðinum ígjøgnum árini, og tann ansur, sum fólk kring alt landið sýndi hesum innsavningararbeiði, hevur havt alstóran týdn­ing. Tær upplýsingar, sum komu til Orðabókina gjøgnum øll tey ár, hon var at hoyra í útvarpinum, eru bæði nógvar og sera virðismiklar, bæði tað, sum kom sum svar beinleiðis til spurningar hennara, og tað, sum fólk sendi henni av sínum ein­ting­um. Ásannast má, at tað var merkisvert, at tað framvegis skuldu vera nógv av føroysk­um upprunaorðum á mannatungu, sum enn ikki vóru uppskrivað.



Úr at kalla hvørji bygd í Føroyum vóru tað fólk, enntá fleiri, sum skrivaðu til Orða­bók­ina øll tey árini, hon var send. Fleiri teirra eru av elli farin í annað ljós, men við eini tílíkari útgávu kunnu vit reisa teimum og øllum, sum hava sent Orðabókini tilfar, ein minnisvarða. Eyðkent fyri meginpartin av hesum heimildarfólkum er, at tey hava lítlan skúlagang, men við teirri ómetaligu vitan um dagsins viðurskifti bæði á sjógvi og landi hava tey verið við til at bjarga nógvum av tí siðsøguliga mentanararvi, ið tey numu av forfedrum sínum. Við at fáa alt hetta tilfar á prent kunnu vit, ið nú eru uppi á døg­um, og komandi ættarlið fáa lut í allari hesari vitan um mentanar- og sið­søgu okk­ara gjøgnum øldir, og Sprotin vil við hesi útgávu eisini heiðra Jóhan Hendrik W. Poul­sen, sum legði allar sendingar til rættis, á 75 ára føðingardegi hansara.

Secure online shopping

SHOP WITH CONFIDENCE

SUBSCRIBE AND SAVE

Immerse Yourself in the World of Literature with Our Exclusive Quarterly Book Subscription.

RETURNS

Embark on a literary journey with our curated collection of books, backed by our returns policy.

DELIVERY

Experience the joy of reading with our premium selection of books. Plus, enjoy fast delivery on every order.